Mánadag - Fríggjadag : 8:00 – 16:15

BBR - eitt betri

verkstað.

BBR veitir eftirlit og umvælir øll sløg av bilum eftir ásettum krøvum hjá bilverksmiðjunum.

Eftirlit

Bremsur

Dekk

Oljuskift

Útstoyt

Undirvogn

Hjá BBR er tað altíð ein mekanikari, sum tekur ímóti bilinum. Um talan er um dekkskift ella eitt stórt eftirlit.

Tað snýr seg um álit, tí fyri okkum er talan um meira enn eina vøru vit selja.

Tað er eitt samstarv!

Eftirlit

Dygd í nærumhvørvinum og álit eru okkara lyklaorð. Vit veita eftirlit til øll bilmerki og tað er eisini galdandi fyri nýggjar bilar í garantitíðarskeiðnum. Vit eru góðkendir at veita eftirlit til øll bilmerki.

Starvsfólkini hjá okkum er útbúgvin á hægsta stigi innan eftirlit og umvælingar og veita fleiri ymsar eftirlitsskipanir. Tú er vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú ivast í onkrum.

BBR - eitt betri verkstað.

Allir bilar sum koma til eftirlit hjá BBR varðveita garantii frá verksmiðjuni alt garantitíðarskeiðið!

Tá vit hava bilar til eftirlit, so er alt vit gera eftir ávísingunum frá verksmiðjuni og vit brúka eykalutir av somu dygd, sum bilurin er føddur við. Hetta tryggjar tær at bilurin varðveitir virðið. Tænastan og eftirlitini hjá BBR eru av somu dygd og trygd, sum hjá felagnum, sum seldi bilin upprunaliga.

 

Tað hevur týdning at bilurin er regluliga til eftirlit, skal bilurin varðveita garantii frá verksmiðjuni. Øll kravd eftirlit skulu haldast og skrásetast. Tað er ein uppgáva, sum vit á BBR hjálpa tær við. Vit stempla eftirlitsbókina soleiðis, at tú hevur vissu fyri at eftirlitið er framt í samsvar við treytirnar.

Eitt eftirlit hjá BBR er trygt og heldur garantitreytirnar.

Okkara veiting er tín trygd.

Um bilurin hevur tørv á tí stóra eftirlitinum ella um tað einans eru nýggj dekk, sum skulu undir, so eru vit til reiðar. Vit fáa fatur á øllum eykalutum uppá ein dag -eisini originalum eykalutum.

Lánibilur

Lánibilur 

Tú skal ikki til gongu, bara tí bilurin er á okkara verkstaði. Vit leggja dent á tað skal vera lætt at halda bilin í góðum standi. Tískil bjóða vit tær ein lánibil, tá bilurin er á verkstað. Er talan um eina peru ella okkurt, sum gongur skjótt, so ber eisini til at bíða við einum heitum koppi í hondini.

BBR - EITT BETRI VERKSTAÐ.

Um til hava spurningar til okkum so eru tit vælkomin at senda okkum eini boð her.

Mánadag til Fríggjadag

8:00 - 16:15


©BBR Service copyright 2021 by bbr.fo